Svimjifeløg
Klaksvíkar kommuna setur sum treyt, at øll sum eru venjarar í svimjifeløgum, hava lívbjargingarroynd. Hetta skal endurnýggjast á hvørjum ári. Svimjifelagið skal sjálvt syrgja fyri at royndir verða dagførdar.
Tað er ongin neyv lóg sum lýsir hvør í ábyrgdin er, viðvíkjandi trygd í vatni á allmennum støðum, tá talan er í samband við frálæru, ella venjing. Um eitt óhapp hendir, so verður spurningurin reistur ímóti svimjifelag, um mannagongdir og loyvir eru í lagi osv. Juridiskt í hesum førum verður culparegulin nýttur. Tað merkir at tú ert ábyrgdari, um eitt óhapp hendir. Culparegulin dregur teg til ábyrgd fyri tað sum tú hevur gjørt, ella ikki gjørt. Svimjifelagið hevur fulla ábyrgd yvir fyri sínum limun, og má syrgja fyri halda seg til tær reglur, sum svimjihøllin setur viðvíkjandi lívbjarging og trygd.
Svimjifelagið hevur sjálvt ábyrgd av, at fólk við førleikum og prógvum takað sær av venjingum.