Gosbað
Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.
- Økir um blóðrenslið.
- Strimbrar nýrini í at útskilja eiturevni.
- Burturbeinir óneyðuga kropsvætu.
- Økir um orkubrenningina.
Kaltvatnsøkið
Uttandura er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa. Eftir at hava fingið hitaviðgerð hevur tað sera góða ávirkan á likamið at fara í kalt vatn. Tá ið kroppurin brádliga verður køldur niður, geva blóðkørini seg saman, stoffskiftið hækkar, antioxidantar økjast, og verjuskipanin verður styrkt.
Heilsuklivi
Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál.
Ljós
Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur. Ljósviðgerðin virkar best fyrra part av degnum, og viðmælt verður at fáa í minsta lagi 20 minuttir hvørja ferð. Mælt verður frá at brúka ljósviðgerð seinna part av degnum, av tí at heilin tá natúrliga framleiðir hormonið melatonin, sum ger, at kroppurin troyttast móti kvøldi. Best er at sita so nær ljóskelduni sum gjørligt.
Hiti
- Økir um forbrenningina og reinsar kroppin fyri eiturevni og tungmetall.
- Linnandi fyri fyri eymar vøddar, spenningar og tað, sum er keikt ella ovtoygt.
- Hjálpir teimum, ið hava strongd, gikt, sklerosu og iskias-pínu.
- Linnar sár, akne, eksem, psoriasis og húðsjúkur annars.
- Hjálpir fyri hjáholutrupulleikar, høvuðpínu, migrenu og høgt blóðtrýst
- Heilsuklivin økir um kaloriubrenningina, og ein hálvur tími svarar til umleið 10 km konditiónsrenning.
Heilsuklivin er sostatt eisini ein góð loysn fyri fólk, ið hava trupult við at røra seg.
Dampbað
- Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu.
- Burturbeinir eiturevni og bakteriur.
- Vøddarnir í lungunum hvíla, og tað hjálpir fyri trongd, krím o.a.
- Betrar um blóðrenslið og linnar húðsjúkur.
- Viðmælt verður at sita í mesta lagi 15 minuttir, og umráðandi er at drekka nógv vatn.